Á myndini eru: Sára og Lea frá EB, Vár frá VB og Judit frá StÍF

2 sigrar til Judit og U16

Í hesum døgum kappast føroyska U16 liðið hjá gentum í kappingini European Open í Gøteborg, og strandingurin Judit Johansen er í føroyska hópinum. Føroyska liðið hevur staðið seg væl og hevur fingið tveir sigrar í sjey dystum. 

Úrslitini hjá føroyska liðnum higartil eru sambært eurohandball.com hesi:

Føroyar - Litava: 20-15 (12-9) 

Føroyar - Holland: 16-20 (7-12)

Ungarn - Føroyar: 28-7 (14-5)

Føroyar - Georgia: 24-13 (16-7)

Føroyar - Svøríki: 14-16 (8:8)

Norra - Føroyar: 19-15 (8-7)

Italia - Føroyar: 28-17 (12-7)

Í morgin er aftur ein dystur á skránni, og tá er mótstøðuliðið Finnland, sum eins og føroyska liðið hevur vunnið tveir út av sjey dystum. Dysturin byrjar kl. 10.30 føroyska tíð.