Allan til Íslands: Takkar fyri tíðina í StÍF

Í gjár varð kunngjørt, at ársins høgri vongur, okkara Allan Norðberg, fer at spæla hondbólt í Íslandi. Allan skal spæla við KA (Knattspyrjufélag Akureyrar), sum nýliga er flutt upp í bestu deildina. Allan og KA, har vestmenningurin Áki Egilsnes eisini spælir, hava skrivað undir ein tvey ára sáttmála. 

Allan ynskir fyrst og fremst at takka fyri tíðina í StÍF:

- Fyrst og fremst ynski eg at takka fyri alt tað, sum StÍF hevur givið mær gjøgnum øll míni ár sum leikari í felagnum. Og øllum teimum, sum hava stuðla mær við hondbóltinum, familja, vinir og viðhaldsfólk. Sjálvt um eg ikki komi at spæla saman við FTZ-liðnum nú, vil eg altíð stuðla, hvar eg so eri. Koyr á St.Í.F!

At spæla við einum liði í bestu íslendsku deildini, Ólisdeildini, er ikki at forsmáa. Allan greiðir soleiðis frá, um hvussu avtalan kom í lag:

- Eg bleiv uppringdur av einum manni frá KA, har eg fekk ein fyrispurning, um eg var áhugaður at spæla fyri KA. Tað helt eg ljóðaði sera spennandi, og tríggjar dagar seinni høvdu vit longu fingið eina avtalu í lag.


Allan legði tíðindi út á sín Instagram vanga í gjár:

Allan, sum í dag er úttikin til landsliðsbruttohópin móti Danmark, hevur tey seinastu nógvu ár verið ein av berandi leikarunum á okkara besta mansliði. Vit hava havt gleðina at havt Allan í okkara felagið, síðani hann var smádrongur, og umframt at vera ein leikari við eyðsýndum hondbóltsevnum, hevur hann eisini í fleiri umførum verið venjari hjá yngru deildunum.

Vit vilja ynskja Allani bestu eydnu í Akureyri og gleða okkum at fylgja við gongdini.