Andri til Göteborg við U17 landsliðnum

Í StÍF hava vit nógvar evnarríkar ungar leikarar. Ein teirra er Andri Kristiansson Hansen, sum í morgin 2. juli fer við U17 landsliðnum til Göteborg í Svøríki. Andri og hinir í U17 skulu luttaka í European Open, sum fer fram dagarnar 2. til 7. juli. 

Føroyska liðið er í bólki B og skulu í bólkaspælinum spæla móti Svøríki, Slovakia og Estland.

Andri er sera spentur at fara til Svøríkis at royna sína evnir millum bestu ungu talentini í Evropa:
- Eg eri heilt ótrúliga spentur at fara við U17 til Svøríkis og síggja, hvar eg standi í mun til aðrar málmenn í hesari kappingini. At fáa møguleikan at umboða Føroyar og StÍF er nakað heilt serligt.

Vit ynskja Andra og restini av U17 ein góðan túr og bestu eydnu í kappingini.