Bussur til steypafinaluna leygardagin

Í sambandi við steypafinala hjá monnum leygardagin fer bussur frá Missiónshúsinum á Strondum kl. 12 og koyrir gjøgnum bygdirnar á vegnum. 

Kl. 13 verður upphiting á Auto Service við Oyggjarvegin, har tit fáa t-blusur og okkurt at eta. Klokkan 15 verður farið í høllina.

Tekningarlisti liggur í Stranda Sentrum, Effo á Strondum og PE á Skála. Somuleiðis ber til at tekna seg á facebook-bólkunum hjá teimum ymisku aldursbólkunum.

Seinasta freist at tekna seg til bussin er fríggjadagin 17. februar kl. 15.