Hósdagin 1. oktobur kl. 19 skipar Hondbóltsamband Føroya fyri dómaraskeiðið í Ítróttarhøllini á Skála.

Í samband við at HSF fær vitjan av Peter Hanson, sum er svii og dómaravegleiðari, verður skipað fyri tveimum dómaraskeiðum í vikuni. Tað eina er hósdagin 1. oktobur í ítróttarhøllini á Skála og hitt fríggjadagin 2. oktobur í høllini á Hálsi í Havn.

Dómaraskeiðið er ókeypis og viðmælt verður øllum, bæði leikarum, venjarum, foreldrum og hondbóltsáhugaðum annars, um at møta til skeiðið.