Sofus manglar á myndini

Dreingir 12a fingið bronsuheiðursmerki

Dreingirnir í aldursbólkinum 12a spældu sínar síðstu dystir hetta kappingarárið í Vestmanna leygardagin 25. marts. Hendan dagin bleiv tað til ein sigur og tveir ósigrar. 

Tá allir dystirnir vóru leiktir, var heiðursmerkjahandan á skránni. Okkara dreingir endaðu á triðja plássi í landskappingini og fingu tískil bronsuheiðursmerki. Í steypakappingini komu teir í steypafinaluna og fingu silvur.

Vit ynskja dreingjunum hjartaliga tillukku við bæði bronsu og silvuri.