Eydnuhjól og vørutombula 2. mars

Fríggjakvøldið 2. mars klokkan 19.30 skipar StÍF fyri vørutombula og eydnuhjóli í bygdahúsinum á Strondum.

Vit heita tí inniliga á fólk um at stuðla okkum við tveimum lutum til tombula og at lata onkran lut til eydnuhjólið. Alt hevur áhuga.

Lutir kunnu latast inn á hesum støðum inntil hósdagin 1. mars:

á Strondum: Bellacentrum, Effo, Fríðbjørg Ljósá og Paulu Høgnesen
á Skála: Skálin og Nannu Jacobsen

Tað ber eisini til at taka lutir við til venjing og lata inn hjá venjaranum.

Somuleiðis kunnu lutirnir latast inn fríggjadagin 2. mars millum kl. 15 og 17 í bygdahúsinum á Strondum.

Við vón um eina sera góða undirtøku.

Møtið nú so fjølment!

Við ítróttarkvøðu

StÍF