Fara eftir fyrsta sigrinum

Í morgin, sunnudagin 23. oktobur, er aftur dystur í høllini á Skála. Dysturin byrjar kl. 16, og hesa ferð er tað Team Klaksvík, sum kemur á vitjan.

Síðsti dystur móti Team Klaksvík varð spældur á útivølli endaði við javnleiki, so lagt er upp til ein spennandi dyst.

Fyrsti fjórðingur av kappingini er nú liðin, og eyðsæð er, at byrjanin ikki hevur verið nøktandi. Í løtuni liggja vit á einum 6. plássi við einum stigið. Mótstøðuliðið liggur á aftasta plássið og hevur somuleiðis eitt stig. Munurin er málúrtøkan. Vit hava -25 og Team Klaksvík hava -53. Sjey stig er upp til øll hini liðini, sum øll hava 8 stig eftir 6 dystir, so ein sigur í morgin er sera umráðandi.

Kom og stuðla liðnum, so vit fáa okkara fyrsta sigur í hesum kappingarárinum. Koyr á StÍF!

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H716172133398
2VÍF6165145208
3Kyndil6162147158
4Neistin616015378
5KÍF6156159-38
6StÍF6150175-251
7Team Klaksvík6119172-531