Finalu-café mikukvøldið

Skipað verður fyri Finalu-café í bygdahúsinum mikukvøldið 15.02.2017 kl. 19.00. 

Vit fara m.a. at mála bannarar, sum skulu brúkast til steypafinaluna leygardagin kl. 16.00. 

Tað hevði eisini verið stuttligt, um vit gera nøkur felags herróp, og evt. onkur vers, sum vit kunnu syngja meðan dysturin er. 

Latið okkum møta fjølment, bæði mikukvøldið og leygardagin til steypafinaluna og stuðla okkara liði.

Kaffi, te, sagt og kaka verður at fáa í bygdahúsinum mikukvøldið. 

Koyr á StÍF!