Foreldrafundur 21. august

Í sambandi við at hondbólturin skjótt byrjar aftur, bjóða vit til foreldrafund í biografsalinum í Bygdahúsinum á Strondum týskvøldið 21. august kl. 18.

Á skránni verður:
- Kunning um nær venjingar byrja
- Gera foreldrabólkar
- Kunning um limagjald og tilmeldingargávu
- Nýggi ungdómsvenjarin, Mark Dahl, hevur orðið

Kaffi og kaka verður at fáa.

Vónandi møta vit so fjølment.