Spennandi dystur í Hoyvíkshøllini

Leygardagin spældi FTZ liðið hjá okkum móti H71 í Hoyvíkshøllini. Vit vita, at tað altíð er torført at spæla í Hoyvíkshøllini, og talan gjørdist um ein sera tættan og spennandi dyst, sum tíverri fyri okkum endaði 25-22 til heimaliðið.

Vit hava fingið Sverra Jensen at tikið samanum dystin:

"Dysturin byrjaði eitt sindur rótut. Vit brenna ov nógvar leysar kjansir, men við góðari verju og málmonnum, sum stóðu væl, hildu vit okkum inni í dystinum. Liðini fylgdust tí rættuliga væl, tó so at H71 var við yvirlutan og vóru allatíð frammanfyri við 1, 2 og 3 málum. Hálvleikstøðan var 12-11 til heimaliðið.

Seinni hálvleikur er uppá akkurát sama máta. Vit valdu tó at fara út at mansverja nýggja danska leikaran, Peter, og hetta fekk órógvað leikararnar hjá H71. Men tá vit eisini brenna okkara kjansir er ringt at koma innheinta leiðsluna hjá H71. Verjurnar standa væl, og spælið er rættiliga hart. Av tí sama eru nakrar útvísingar. Um miðjan seinna hálvleik velja vit at fara út at mansverja Mark, so vit mansvardu tveir mans. Vit koma afturum 23-19, tá 7 min eru eftir, men við góðari verju og nøkrum góðum málum, fingu vit hála upp á 23-22. Tá 2 minuttir eru eftir, fáa vit útvísing og brenna 2 fríleyparar uppá 1 minutt. Eftir hetta skorar H71 tvey mál, so tað endar við einum 25-22 tapi. Alt í alt ein sera góður innsatsur frá leikarum og málverjum í verjupartinum, men enn manglar neyvleikin frammanfyri málið, har vit brenna 30 út av 52 skotum."

Málskjúttarnir í dystin vóru hesir: 

StÍF:

  • Pætur Johansen - 5 mál
  • Allan Norðberg - 4 mál
  • Sveinur Justinussen - 4 mál
  • Kjartan Johansen - 3 mál
  • Marius Joensen - 2 mál
  • Jógvan G. Joensen - 1 mál
H71:
  • Mark  Marcher - 5 mál
  • Pætur Thomsen - 5 mál
  • Peter Krogh - 5 mál
  • Tróndur Arge - 4 mál
  • Jónas G. Djurhuus - 3 mál
  • Helgi Hoydal - 2 mál
  • Sigmundur Nolsøe - 1 mál