Fyrsti sigurin í hús

Eftir eina heldur laka byrjan uppá kappingina, var tað alneyðugt við einum sigri, tá Team Klaksvík kom á vitjan sunnudagin 23. oktobur. Menn vóru uppsettir til dystin, tí fyrri dysturin móti klaksvíkingum endaði við javnleiki.

Áskoðararnir fingu veruliga nakað fyri pengarnar, tí heili 64 mál vóru skotin í dystinum. Fyrri hálvleikur var sera javnur, men aftaná steðgin vístu okkara menn klassa og drógu frá klaksvíkingum og vunnu dystin 39-25.

Føðingardagsbarnið, Eyðbjørn Eiriksson, sum skeyt trý mál var so beinasamur at svara nøkrum spuriningum um fyrsta sigurin í ársins kapping. Fyrst spurdu vit Eyðbjørn um, hvussu hann vildi lýsa dystin:

- Vit hava eitt gott álop í fyrra hálvleiki skora nógv mál. Tað sum manglar hjá okkum, er verjan. Vit skora 18 mál, og TK fær 15. Í verjuni haldi eg, at armarnir hjá okkum hanga for nógv, tí at teir fáa øgiliga nógv mál úti frá. Altso málmennirnir fáa ov lítla hjálp. Í seinna hálvleiki koyrir álopi hjá okkum líka væl sum í fyrra, og vit skora 21 mál. Tað sum broytist er, at vit byrja at hava teir í verjuni, og málmenninir fáa meiri hjálp og taka tí eisini fleiri skot. Teir skora bert 9 mál hendan hálvleikin.

Eyðbjørn leggur dent á, at skjótálopini og effektivitetur frammanfyri málið vóru avgerðandi:

- Alt í alt, vit hava góðan geist og blíva við at renna skjótálop, og tað at vit skora uppá næstan øll skotini ger, at vit vinna dystin so stórt, sum vit gjørdu.

Tá vit spyrja um munin á undanfarnu dystum og so hesum, har vit skora 39 mál, svarar Eyðbjørn soleiðis:

- Tað sum ger, at vit skora 39 mál er, at vit halda tær avtalurnar, vit hava gjørt. Ikki so nógvar heilabløðingar í álopinum, og ikki minst tað at vit skora uppá teir kjansirnar, vit fáa. Tí allar hinar dystirnar hava vit havt øgiliga nógvar kjansir, men vit hava bara brent ov nógv.

Okkara málskjúttar vóru hesir: Allan 12, Pætur Johansen 10, Sveinur 6, Borgar 4, Eyðbjørn 3, Jógvan 3 og Fríði 1.

Næsti dystur hjá monnunum verður longu mikukvøldið kl. 20, tá føroyameistararnir úr VÍF koma á vitjan.