Góður sigur í Klaksvík

Nógvir StÍF áskoðarar høvdu leitað sær til Klaksvíkar at hyggja eftir kvinnunum, sum fingu ársins fyrsta sigur í gjár. Stjørnan hevur fingið eina fína byrjan uppá kappingina, har tær í ársins fyrsta dysti spældu javnt móti Neistanum. Men okkara gjørdu bart og vunnu 20-24.

Vit hava fingið Birnu Tummasardóttir at tikið samanum dystin.

‘’Vit vóru klárar frá dystarbyrjan og leggja okkum framum beinanvegin við einum 3-4 málum. Tað eydnaðist okkum at halda leiðsluna gjøgnum allan fyrra hálvleik. Góða verjan saman við einum málverja gjørdi at Stjørnan ikki kom inn í dystin, sjálvt um vit brendu illa eina løtu í fyrra hálvleiki. Tí einu løtuna skoraði Stjørnan ikki í 8 minuttir. Hálvleiksstøðan var 11-15. “

“Eg haldi, at vit koyrdu bara á víðari í seinna hálvleiki. Vit fokuseraðu uppá verjuspælið, og tær skoraðu bara 9 mál í seinna hálvleiki. Vit høvdu leiðsluna allatíð, og dysturin var ongantíð í vanda, tó at leiðslan einaferð kom niður á 2 mál. Tær dekkaðu eitt sindur offensivari í seinna hálvleiki, og hetta gav meir pláss til gjøgnumbrotsspæl, har serliga Fríðrún var eyðsýnd. Hon skoraði 10 mál í gjár.’’

Ein góður dystur frá okkara kvinnum, har leiðslan, vit høvdu vunnið okkum í fyrra hálvleiki ongantíð kom í vanda.

Málskjúttar:

Fríðrún 10, Birna 4, Paula 4, Guðrið 2, Bára 2, Guðrun 1, Rebekka 1.