Gongutúrur, døgurði og hondbóltsdystir

Í sambandi við at tað eru 10 ár síðani, at Strandavegurin opnaði, fara vit gongutúr frá Sjógv á Strondum til Ítróttarhøllina á Skála sunnudagin 19. november kl 12.30. 

Her verður møguleiki at keypa sær døgurða í kafeteria í høllini á Skála frá kl. 13-14. Borðreitt verður við kulottosteik. 

Kostnaður:

- Vaksin 150 kr (200 kr., tá er dystur íroknaður) 

- Børn í skúlaaldri 80 kr. 

- Børn undir skúlaaldur 30 kr. 

Tekningarfreistin til døgurðan er hósdagin kl. 20. Um ikki nóg nógv tekna seg, verður tiltakið av ongum (ikki er neyðugt at ganga fyri at keypa sær ein góðan bita). 

Klokkan 14.30 spæla kvinnurnar hjá Stíf móti VB, og klokkan 16 spæla menninir hjá Stíf og KÍF. 

Tekning fer fram hjá Paulu á tlf 791190 ella við at senda boð á facebook til Paulu Berg Høgnesen.