Hesi eru røsk at veita eina hjálpandi hond

Fyri at hava eitt sunt og væl rikið ítróttarfelag, er tað av stórum týdningi, at vit lyfta í felag. Vit eru sera takksom fyri, at vit í okkara felagi hava nógvar eldsálir, sum seta tíð av at røkja alskyns uppgávur. Hesar uppgávur eru m.a. at døma og at sita við dómaraborðið, sum gjøgnum alt kappingarárið vera býttar millum íðkandi limir. Summir av hesum limum skara framúr, og hetta ynskja vit at heiðra. Hetta eru persónar, sum umframt at røkja sínar egnu uppgávur, eisini javnan hava hjálpt til, tá onnur ikki hava møtt upp. Hesum røsku fólkunum hava vit givið eina lítla gávu fyri teirra stóra arbeiði:

Birna T. Mikkelsen og Randi Fagradal (Hvonn)
Andri K. Hansen og Ivan Mrdalo (FTZ/D18)
Benjamin Kárason, Bjarni í Selvindi og Djóni Jacobsen (D16)
Jóna T. Bærentsen (G14)

StÍF ynskir at takka øllum, sum eru klár at veita eina hjálpandi hond, tí við samstarvi koma vit langt.