Hvonn kappingin: StÍF - VÍF

Fitt av fólkid var møtt til ársins fyrsta dyst hjá kvinnunum millum StÍF og VÍF. Fra í fjør hava vit mist Irenu Dam, sum hevði eitt gott kappingarár í fjør. Hon er flutt til Havnar og spælir nú við Kyndli. Vit hava fingið ein nýggjan málverja úr Danmark, Michala. Hon spældi ein fínan dyst í dag.

Vit byrjaðu øgiliga illa, og VÍF kom á odda 4-0. Vit brendu illa og mistu nógvar bóltar, og VÍF skoraði nógv mál uppá kontra. VÍF vóru omaná allan fyrra hálvleik og øktu bara um leiðsluna. StÍF brendu trý straffir í fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var 7-15 til VÍF.

Seinni hálvleikur byrjar nógv betur enn fyrri. Verjan stendur væl, og Michala stendur eisini væl. Hinar skora ikki nógv mál, meðan vit skora uppá teir kjansirnar, sum vit brendu í fyrra hálvleiki. Eisini byrja langskotini hjá Rebekku at sita. Tá 20 minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki, høvdu vit hála 6 mál inn - støðan var nú 17-19. VÍF genturnar fóru eitt sindur niður í tempo, 
helst av tí stóru leiðsluni, tær høvdu vunnið sær í 1. hálvleiki. Teir síðstu minuttirnar av dystinum tók VÍF yvir aftur. Orkan byrjaði at ganga undan hjá StÍF, og verjan stóð ikki líka væl, sum hon hevði gjørt. Endaliga støðan gjørdist 21-26. Tað er absolut nógv at taka við úr seinna hálvleiki. 

Málskjúttar:
Rebekka 7 mál
Fríðrún 5 mál
Birna 2 mál
Guðrið 2 mál
Paula 2 mál 
Guðrun 2 mál

Leikgongdin:
05: 0-4
10: 3-6
15: 3-9
20: 5-10
25: 6-13
30: 7-15
35: 10-16
40: 13-18
45: 14-18
50: 17-19
55: 18-22
60: 21-26

Skrivað hevur Símun Petur Poulsen.