Judit og U16 til European Open

Í døgunum 2. til 6. juli skal U16 landsliðið hjá gentum luttaka á European Open, sum verður hildið í Gøteborg í Svøríki. HSF boðar frá, at føroyska liðið hevur vant miðvíst til kappingina í Svøríki, sum er fyrsta avbjóðing uttanlands hjá hesum gentunum, og at fleiri sterkar hondbóltstjóðir sum m.a. Svøríki, Norra, Frakland, Spania og Russland luttaka í kappingini.

Í millum teirra sum eru úttiknar er okkara egna Judit Johansen av Strondum. Judit er dóttir Marjuna og Artur Johansen. Á myndini omanfyri er Judit nummar trý standandi frá vinstru. Umframt at hava umboð í leikarahópinum, er venjarin hjá FTZ-liði okkara, Dia Midjord, við sum ein partur av venjartoyminum.

Vit gleða okkum at fylgja gongdini hjá U16 og ynskja Judit, Dia og restini av ferðalagnum bestu eydnu við spennandi avbjóðingini sum er fyri framman.