Kim Larsen Tribute í Bygdahúsinum á Strondum

Leygarkvøldið 13. oktobur kl. 20:00 fagna vit Kim Larsen í Bygdahúsinum á Strondum. 

Brøðurnir Artur og Suni spæla; og spæla eisini undir, til møguligan felagssang. Somuleiðis verða onkrar hugleiðingar um tónleikin hjá fólkakæra listamanninum.

Kvøldið verður skipað sum eitt hugnaligt kafé-kvøld við Kim Larsen í miðdeplinum. Hurðarnar lata upp kl. 20:00, har okkurt verður til keyps, bæði undir góman og niður á hjarta; meðan tónleikurin hjá Kim Larsen fyllir rúmið. Seinni fara tónleikararnir á pallin, eins og onkrar viðkomandi hugleiðingar verða frambornar. 

Tiltakið kostar 50,- kr., og tað er StÍF, sum skipar fyri.

Skráin er ikki endalig. Kanska luttaka aðrir tónleikarar eisini. So fylgið við á tiltakinum á facebook-síðuni hjá StÍF.