Klaksvíkingar og kollfirðingar á vitjan

Í morgin, sunnudagin 23. septembur, er Ítróttarhøllin á Skála karmur um dystir móti kvinnunum úr Stjørnuni og monnunum úr KÍF. 

Hondbóltskappingin byrjaði undanfarna vikuskifti, tá vit vóru á vitjan í Vestmanna. Tað gekk ikki heilt eftir ætlan móti vestmenningum, sum vunnu báðar dystirnar. Kvinnuliðið hjá VÍF verður mett at vera besta boðið uppá at fara avstað við føroyameistaraheitinum í ár, og tað kom ongantíð veruligur spenningur í dystin í SMS-deildini sunnudagin. Emma Lerche, er nýggjur leikari í hópinum hjá kvinnunum, og hon bleiv eisini okkara toppskjútti við 6 málum. 

Menninir hjá okkum hingu væl í vestmenningum, hóast vit longu í 8. minutti mistu Svein Justinussen, sum mátti út av vøllinum við skaða. Tíverri vísti tað seg, at hælsinan slitnaði, so Sveinur verður ikki við aftur hetta kappingarárið. Hetta má sigast at vera ein dyggur smeitur fyri liðið. Nú mugu teir ungu menninir bara vísa, hvat teir eru gjørdir av, og tað gjørdu teir eisini í stórum partum av dystinum í Vestmanna. Jóannes Prestá bleiv toppskjútti við 8 málum. Úrslitini í Vestmanna vóru hesi:

SMS-deildin: VÍF - StÍF: 31-18
Okkara-deildin: VÍF - StÍF: 27-23

Í øllum førum verður tað spennandi at síggja, hvussu tað fer at hildnast í morgin móti Stjørnuni og KÍF. Stjørnan leikti í fyrsta umfari ein javnan dyst móti Neistanum, sum Neistin vann 23-20, so tað verður ikki nøkur løtt uppgáva í morgin. 

KÍF hava leikt tveir dystir higartil, har teir taptu tann fyrsta 24-18 móti Neistanum, og vunnu tann seinna sannførandi 32-22 móti H71. Tey seinastu mongu árini hava dystirnir móti kollfirðingum í flestu førum verið sera janvnir, og væntandi verður dysturin í morgin onki undantak.

Dystirnir byrja ávíkavist kl. 14 og 16.

Vit vóna at síggja nógv StÍF viðhaldsfólk í høllini í morgin.