Kunning um StÍF draktina

Vit mugu tíverri boða frá, at Adidas ikki klárar at levera okkum jakkarnar, vit ynsktu. Intersport hevur tí funnið okkum aðra loysn uppá jakkar (sí mynd). Hesir kunnu leverast umleið hálvan desember. 

Nú fáa tit møguleikan at siga okkum, um tit enn ynskja draktina ella ikki! 

Um tit IKKI ynskja at bíða eftir hesum klæðum, kunnu tit senda eini boð á facebook til Paulu Høgnesen ella eitt sms á tlf. 791190. Her skulu tit viðmerkja navn á tí, ið hevur bílagt og kontonr. hjá tí, ið vit skulu flyta pengarnar aftur til. Hetta skal gerast áðrenn hósdagin 9/11-17.

Tey, ið enn ynskja draktina nýtast ikki at gera nakað, tit frætta tá klárt er at heinta.

Nú vóna vit ikki, at hetta gerst jólatrøll :)