Kvinnurnar yrkt sang til steypafinaluna

Mikukvøldið skipaðu vit fyri Finalu-café í Bygdahúsinum og nógv fólk møttu upp og hýrurin var góður. Nógv spurdist eisini burturúr tiltakinum. Millum annað settu kvinnurnar hjá StÍF seg saman og yrktu hendan frálíka sangin.

Lag: Sektus og Sekterius

StÍF eigur bestu hondbóltsmenn Teitur, Rúni, Jón og Tummas Simonsen Fríði, Jógvan, Levi, Pætur Joensen Kom vit rópa øll í senn Dávid, Eyðbjørn, Marius, Sámal, Zilber, Jóhannus, Eingin er sum Sveinur málið skjóta kann, Allan sum ein hjørtur rann Borgar kendur sum ein stinnur klettur er, Lítli Pætur nógvar fixar fintur ger Eingin er sum Carsten málið verja kann, Kjartan finnur hvønn ein mann Maður liggur vølli á, Ein er best at rópa á Trúfastur er Rósing spurtin taka má, 12. ár, hann koyrir á