Landsliðsdystur vístur í biografsalinum

Hondbóltslandsdysturin millum Føroyar og Danmark verður vístur í bio-salinum í bygdahúsinum á Strondum í morgin, leygardagin 27. oktober, kl. 15.10. 

Eftir flotta úrslitið mikudagin í Montenegro, skulu føroysku garparnir aftur í eldin í morgin. Millum føroysku spælararnar eru okkara Allan Norðberg og Kjartan Johansen, sum báðir áttu stóran lut í javnleikinum mikudagin. 

Mótstøðuliðið leygardagin er Danmark, sum seinastu árini bæði hava verið Europameistarar og Olympiskir meistarar. Tískil verður mótstøðan nokk uppaftur harðari í morgin, og danski landsliðsvenjarin hevur heldur ikki spart uppá krútið, tá hann hevur úttikið liðið. Allar tær stóru stjørnurnar eru við, og við Mikkel Hansen á odda standa tær klárar, tá dysturin verður bríkslaður í gongd í morgin kl. 15.10. 

Spenningurin í Føroyum er sera stórur áðrenn dystin í morgin, so tí kundi tað verið stuttligt um fleiri møttu í bygdahúsinum, soleiðis at vit saman kunna síggja og stuðla Kjartani og Allani í strembanini at basa stórveldinum Danmark. 

Tað er ókeypis atgongd, og møguligt verður at keypa kaffi & kaku og sunkist & twix. Gjaldast kann bert við reiðum peningi.