Leikarin hesa vikuna: Lív F. Arge

Aldur: 19 ár

Arbeidi/skúli: Í løtuni postboð
Plàss à vøllinum:Málmaður


Hvat er tað fyrsta minnið, tú hevur sum handbóltsspælari:

Tað má vera, tá mamma leiddi meg sum litil smágenta inn í Grønuhøll. Fjálturstungin og smæðin møtti eg Marionnu Eystberg, sum tók so sera væl ímóti mær. So var sloppið.

Hvat vilt tú vera kend fyri á vøllinum?

At vera ein kempari, sum ongantíð fellur í fàtt.

Hvør er besti handbóltsleikari, tú hevur leikt saman við?

Vónleyst at taka eina burtur úr

Hvør er besti handbóltsleikari, tú hevur leikt ímóti?

Barbara Brauer.

Hvat er næsta stjørnuskotid hja StÍF?

Fríða Poulsen.

Hvussu fyrireikar tú teg til dyst?

Hyggi eftir skjúttunum hjá mótstøðuliðnum, men annars verður lurtað eftir tónleiki.

Lýs besta málið, tú hevur skotið!

Vit spældu einaferð ímóti Sóljuni í gentur 12 àr við Kyndli, og av tí at vit vóru so langt frammanfyri, slapp eg at skjóta eitt straffi, sum fór í màl.

Hvør er stuttligast undir brúsuni?

Poula Berg.

Hvat er tín lívrættur?

Tað má vera rísingreytur

Um tú vart eitt djór, hvat hevði tú so verið?

Ein leyva.

Hvat er títt yndis sitat?

Einki er forðingar, alt eru avbjóðingar!

Hvør leikari er lekkrast á manslidnum?

Viðkomandi spælir við Skála.

Hvat skoritriks hevur riggað best hjá tær?

Riggar opinbart at skifta felag

Hvønn sang burdu øll hoyrt í minsta lagi eina ferd og hví?

Mær dámar væl sangin hjá Lív og Tróndi, ið eitur Sveimandi. Hann er fantastiskur.

Hvussu nogvar timar brúkar tú í vektrúminum um vikuna?

Nóg mikið.

Hvønn leikara skulu vit spyrja næstu ferð?

Ninnu Katrin Johansen