Leikarin hesa vikuna: Ninna Katrin Johansen


Aldur: 28 ár

Arbeið/skúli: politistur (í barsil)

Pláss á vøllinum: høgri bakkur/vongur

Hvat er tað fyrsta minnið, tú hevur sum hondbóltsspælari? 

Tað má verða, tá eg sum 5-6 ára gomul var og vandi í Bygdarhúsinum á Strondum.


Hvat vilt tú vera kend/ur fyri á vøllinum? 

Geist, vilja og ágrýtni


Hvør er besti hondbóltsleikari, tú hevur leikt saman við? 

Alina Olaru


Hvør er besti hondbóltsleikari, tú hevur leikt ímóti? 

Fríða Petersen


Hvør er næsta stjørnuskotið hjá StÍF?  

Karina Høgnesen


Hvussu fyrireikar tú teg til dyst? 

Royni at fáa okkurt gott at eta, og síðani ferd nógv av tíðini við at gera børnini klár til at verða ansaði av mammu og øðrum góðum hjálpandi hondum.


Lýs besta málið, tú hevur skotið! 

Haldi ikki har er nakað mál sum er so gott, at tað kann takast framum nakað annað.


Hvør er stuttligast undir brúsuni? 

Erla Petersen og Rebekka Poulsen eru forbanka herligar, og fleiri við teimum!


Hvat er tín lívrættur? 

Skerpikjøt uppá breyð.


Um tú vart eitt djór, hvat djór hevði tú so verið?  

Ein leyva


Hvat er títt yndis sitat?  

What doesn’t kill you, makes you stronger!


Hvør leikari er lekkrast á mansliðnum? 

Tað má vera Carsten Bang J


Hvat skoritriks hevur riggað best hjá tær? 

Spyr Carsten hvat riggaði.


Hvønn sang burdu øll hoyrt í minsta lagi eina ferð og hví?

Allar sangirnar hjá Døgg Nónsgjógv.


Hvussu nógvar tímar brúkar tú í vektrúminum um vikuna? 

Desverri alt ov lítið akkurát nú!


Hvønn leikara skulu vit spyrja næstu ferð? 

Sunfríð Berg Johansen