Leikarin hesa vikuna: Poula Dulavík Berg

Aldur: 34

Arbeiði/skúliErgoterapeutur á Klaksvíkar Sjúkrahúsið

Pláss á vøllinum: Strika

Hvat er tað fyrsta minnið, tú hevur sum hondbóltsspælari?

Tað má verða tá eg havi verði eini 9-10 ár og eg stóð í málinum. Gemalurin smekkaði til, rakti stongina og beint í andlitið á mær!! Snakka um kærlighed ved første kast :)

Hvat vilt tú verða kend fyri á vøllinum?

Ein spælari, sum kempar til síðsta bríksl og gevur seg fult út.

Hvat er besti hondbóltspælari, tú hevur leikt saman við?

Uttan iva Paula Berg Høgnesen.

Hvør er besti hondbóltsleikari, tú hevur leikt ímóti?

Eg hugsi ikki soleiðis tá eg spæli. Alt sum kemur ímóti mær, skal bara steðgast. Óansæð um tað er ein góður ella minni góður leikari.

Hvør er næsta stjørnuskotið hjá Stíf?

Emmy Ingibjørg Sjúrðardóttir Kass.

Hvussu fyrireikar tú teg til dyst?

Eg hugsi nógv um dystin ígjøgnum vikuna og fyrireiki meg mentalt. Beint áðrenn eg møti til dyst, spæli eg musik við høgum tempo og nógvum bassið. So komi eg í kamp humør :)

Lýs besta málið, tú hevur skotið?

Tað er túsund tals mál at velja ímillum, so eg fái ikki valgt eitt einkult ;)

Hvør er stuttligast undir brúsini?

Erla Petersen er herlig.

Hvat er tín lívrættur?

Riv

Um tú vart eitt djór, hvat djór hevði tú so verði?

Ein pantari. Sjálvbjargin og tolin, men kann blíva garvill áðrenn man veit av.

Hvat er títt yndis sitat?

Vit taka tað sum tað kemur.

Hvør leikari er lekkrast á mansliðnum?

Har var ein lekkur málmaður síðsta ár, men hann er givin ;)

Hvat skoritriks hevur riggað best hjá tær?

Tað er so langt síðani eg havi brúkt eitt skoritriks, at eg havi gloymt øll :)

Hvønn sang burdu øll hoyrt í minsta lagið eina ferð og hví?

“Can´t stop this feeling” hjá Justin Timberlake. Fantastiskar rytmir og sangari. Fær meg altíð í gott lag.

Hvussu nógvar tímar brúkar tú í vektrúminum um vikuna? 

Umleið 2 tímar um vikuna.

Hvønn leikara skulu vit spyrja næstu ferð? 

Lív Arge