Leikarin hesa vikuna: Rúni Jallson Niclassen

Aldur: 29 ár
Arbeið/skúli: Fulltrúi á Kappingareftirlitinum
Pláss á vøllinum: Høgri bakkur/vongur
 
Hvat er tað fyrsta minnið, tú hevur sum hondbóltsspælari?
Góða D10-12 liðið við Petur Jákupsson sum venjara.
 
Hvat vilt tú vera kendur fyri á vøllinum? 
At eg sjálvur og allir á mansliðnum gera okkara fyri at fáa STÍF at kappast um fremsta plássið.
 
Hvør er besti hondbóltsleikari, tú hevur leikt saman við?
Marian Cirluganescu
 
Hvør er besti hondbóltsleikari, tú hevur leikt ímóti?
Ingi Olsen 
 
Hvør er næsta stjørnuskotið hjá StÍF?  
Eri júst fluttur heimaftur til Føroyar at búgva, og kenni tískil ikki teir yngru leikararnar í felagnum, men á besta mansliðnum má Allan Norðberg vera eitt gott boð.
 
Hvussu fyrireikar tú teg til dyst?
Royni at eta 2-3 tímar áðrenn dyst.  
 
Lýs besta málið, tú hevur skotið!
Minnist ikki afturá nakað ávíst.

Hvør er stuttligast undir brúsuni? 
Hvør stuttligari enn annar.
 
Hvat er tín lívrættur?
Ræst kjøt
 
Um tú vart eitt djór, hvat djór hevði tú so verið?  
Fuglur, tí so kundi eg flogið til arbeiðis.  
 
Hvør leikari er lekkrast á mansliðnum?
Tað kann kvinnuliðið svar fyri.
 
Hvønn sang burdu øll hoyrt í minsta lagi eina ferð og hví?  
Teir flestu hjá Coldplay, tí teir eru góðir.
 
Hvussu nógvar tímar brúkar tú í vektrúminum um vikuna?
2 tímar
 
Hvønn leikara skulu vit spyrja næstu ferð?
Dávid Jacobsen