Leikarin hesa vikuna: Teitur Virgarsson Nilssen

Aldur: 23 ár

Arbeið/skúli: Lærlingur hjá Faroe Ship.

Pláss á vøllinum: Høgri bakkur og høgri vongur


Hvat er tað fyrsta minnið, tú hevur sum hondbóltsspælari?

Tað má nokk verða tá man samlaðist á Skála, við børnum úr fleiri aldursbólkum.


Hvat vilt tú vera kendur fyri á vøllinum?

Ein, sum gevur alt fyri liðið og liðfelagarnar.


Hvør er besti hondbóltsleikari, tú hevur leikt saman við?

Marian Cirloganescu


Hvør er besti hondbóltsleikari, tú hevur leikt ímóti? 

Filip Jojic.


Hvør er næsta stjørnuskotið hjá StÍF?  

Tummas Simonsen, við sínum skálkasmíli og hondbóltsførleika av natúr, skal nokk fáa sjálvt mótstøðuliðið at heppa uppá seg um nøkur ár.


Hvussu fyrireikar tú teg til dyst? 

Eg royni at fara hampuliga tíðliga í song, og eta rætt. Annars at hyggja eftir gomlum dystum hjá mótstøðuliðinum, fyri at kanna styrkir og veikleikar hjá teimum.


Lýs besta málið, tú hevur skotið!

Har hava verið so nógvar perlur ígjøgnum árini, so tað er ringt at taka nakað burturúr J


Hvør er stuttligast undir brúsuni? 

Um man ikki er undir brúsu, tá Sveinur Justinussen er, so missur man nógv.


Hvat er tín lívrættur?

Kjøt við flødabakaðum eplum og sós, smakkar altíð væl.


Um tú vart eitt djór, hvat djór hevði tú so verið?  

Eg veit ikki. Okkurt djór sum flýgur J


Hvat er títt yndis sitat?  

You miss 100% of the shots, you don’t take.


Hvør leikari er lekkrast á kvinnuliðnum?

Allar eru líka fittar J


Hvat skoritriks hevur riggað best hjá tær?

Johnny Bravo hevur heilt sikkurt víst, hvussu tað skal gerast. So um eg eri í neyð, so veit eg hvar eg skal leita eftir gullkornum.


Hvønn sang burdu øll hoyrt í minsta lagi eina ferð og hví?

Uha, nú veit eg ikki heilt


Hvussu nógvar tímar brúkar tú í vektrúminum um vikuna?

Alt for sjálvdan


Hvønn leikara skulu vit spyrja næstu ferð?

Tummas Simonsen