Seinasti dystur hjá kvinnunum í ár - ókeypis atgongd

Kvinnurnar spæla seinasta dyst í kappingarárinum í morgin, mikudagin 12. apríl kl. 19.30. Neistin kemur á vitjan.

Vit vænta og vóna nógvar áskoðarar, so vit enda kappingarárið væl. Í sambandi við at hetta er seinasti dystur í kappingarárinum hjá kvinnum, verður ókeypis atgongd.

Dreingir 14 spæla beint áðrenn kvinnudystin. Dysturin hjá D14, sum er móti SÍF, byrjar kl. 18.00. 

Dreingir og Gentur 14 ár hava klárað seg væl í kappingini í ár, og fáa tey handað heiðursmerki kl. 19.00. Dreingirnir fáa gull, og genturnar fáa silvur.