Sølubásurin: Ongin vinnari funnin

Til steypafinalurnar í Høllini á Hálsi í vikuskiftinum høvdu vit ein sølubás í høllini. Her kundi tú m.a. meta um talið av kúlum í rørinum. Gitini strektu seg heilt frá 1.000 til 150.000 kúlur, og tíverri var ongin vinnari funnin. 

Vit kunnu nú avdúkað, at 6.220 kúlur vóru í rørinum. Besta gitið var 1.030 kúlur frá rætta svarinum.

Vit ynskja at takka fyri luttøku, stuðul og allar hjálpandi hendur viðvíkjandi steypafinalunum.