Steypafinalan hjá D12

Sunnudagurin 19. februar 2017 var ein stórur dagur hjá dreingjum okkara í U12. Teir skuldu spæla steypafinalu í høllini á Hálsi. Mótstøðumenninir vóru H71 a, sum hava eitt sera sterkt lið og liggja eisini nummar 1 í landskappingini. Hóast dreingirnir vistu, at ein stór uppgáva lá fyri framman, vóru teir við gott mót. Hópin av StÍF-fjepparum vóru møtt til dystin at stuðla okkara dreingjum.

Sjálvt úrslitið av finaluni ikki var tað, sum vit høvdu vónað, og hóast hetta vóru dreingirnir glaðir fyri royndirnar og at uppliva stemningin í høllini, sum teir mongu áskoðarnir skaptu við rópum og góðum stuðli.

Dysturin endaði 25-12 til H71, so dreingirnir fóru heim aftur við einum silvur heiðursmerki um hálsin.

André F. Danielsen og Pól Jákup Poulsen eru venjarar hjá D12.

Vit hava fingið myndir sendandi frá foreldrum, sum kunnu síggjast niðanfyri.