Steypafinalan hjá G12

Okkara G12 a lið fer nú saman við venjarunum undir tær seinastu fyrireikingarnar undan steypafinaluni sunnudagin. Dysturin byrjar kl. 14.10 og mótstøðuliðið er H71. H71 liggur á odda í landskappingini við 21 stigum, og okkara gentur eru nr. 2 við 20 stigum, so tað er lagt upp til ein sera spennandi dyst. 

Atgongumerkini til steypafinaluna vórðu bíløgd, tá genturnar vunnu 15-11 móti VÍF a í hálvfinaluni 20. januar. Aftaná sigurin var sum vera man gott lag, og genturnar nýttu høvi til at hugna sær við skoyting og pitsa aftaná flotta sigurin.

Tær, sum manna G12 a liðið eru:

Nr. 1 Annvør Garðalíð, 12 Ingrið Berg Rasmussen, 2 Ingibjørg Jógvansdóttir, 3 Sólja Ernstsdóttir, 4 Katrin í Króki Eliasen, 5 Katarina Berg Mikkelsen, 6 Dania Carlsson, 7 Andrea Poulsen, 8 Marita Magnadóttir, 9 Maria Mrdalo og nr. 10 Eyðbjørg Kallsberg. 

Venjarar eru Heine Mikkelsen og Magni Thomsen. Hjálparvenjari er Ivan Mrdalo og málmansvenjari er Andri Kristiansson Hansen.

Genturnar eru ómetaliga spentar til steypafinaluna, og vit eru ikki minni spent. 

Vit ynskja tí at heita á allar StÍF fjepparar um at seta tíð av sunnudagin, so vit í felag kunnu stuðla og skapa ein góðan stemning fyri okkara G12 a liði i steypafinaluni í høllini á Hálsi.