FTZ kappingin: StÍF - VÍF

Bæði liðini hava skift eitt sindur út í hópinum í summarsteðginum. Hjá okkum eru Eyðfinn og Steinar farnir av landinum í lestrarørindum. Av tilgongd hava vit fingið ein nýggjan málverja úr Grønlandi, Isak, og Borgar, sum var skaddur til dystin í dag, hevur valt at tikið skógvarnar av hyllini. Eisini er Sveinur ikki orduliga komin yvir skaðan í økslini, sum hann fekk í dysti í fjør.

Sámal Joensen og Heini Hanusarson, sum mannaðu tí sterku miðverjuna hjá VÍF í fjør, eru givnir. Teis Horn er farin til Neistan, og Eli Muller spælir í ár við Kyndli. Av tilgongd hava teir fingið tveir útlendingar, ein strikuleikara og ein høgra bakk.

Dysturin byrjaði við nógvari ferð, góðum álopsspæli og nógvum málum. Aftaná eina løtu so byrjaði Ísak, nýggi málverjin hjá okkum, at standa væl og við sínum góða útkasti, fáa vit nógv mál uppá kontra. Vit blíva við at hava nógva ferð á álopsspælinum. Serliga vóru Allan og Kjartan eyðsýndir, samstundis sum at verjan stóð væl, so gera vit eitt hál seint í fyrra hálvleiki, har vit skora 7 mál, meðan VÍF einans skorar 1. Hálvleiksstøðan var 17-13.

Fyrstu 5 minuttirnar av seinna hálvleiki byrja vit betri, har vit skora 3 mál, og VÍF einki skorar. Aftaná tað er dysturin nokkso javnur. VÍF hevur kanska eitt lítið yvirtak. Serliga er tað Filip Jojic, sum er eyðsýndur hjá VÍF. Hann fekk 10 mál í dag. Tá 20 minuttir eru farnir er støðan 25-21. Um vit taka fótin av pedalinum, ella um tað kanska er orkan, sum gongur undan, er ilt at siga. Men teir síðstu 10 minuttirnar skorar VÍF 7 mál, meðan okkara skjóta 2. VÍF spældi við einum offensivum 1'ara síðstu løtuna, og tað órógvaði spælið hjá okkum nógv. Endaliga støðan gjørdist 27-26. 

Ein góður dystur, har áskoðararnir fingu valuta fyri pengarnar og sum lættliga kundi koppað til okkara.

Málskjúttar: 
Allan: 9 mál 
Kjartan: 8 mál 
Jógvan: 3 mál 
Fríði: 2 mál 
Pætur: 2 mál 
Sveinur: 2 mál

Leikgongd: 
05: 3-3 
10: 6-5 
15: 7-7 
20: 10-9 
25: 17-10 
30: 17-13
35: 20-14
40: 20-16 
45: 21-18 
50: 25-21 
55: 26-25 
60: 26-27

Skrivað hevur: Símun Petur Poulsen.