Stuðulsrenning 19. septembur

Mikudagin 19. septembur 2018 kl. 18 skipar StÍF fyri stuðulsrenning við Bygdahúsið á Strondum. 

Vit renna so nógv, sum vit orka í 30 minuttir. 

Til ber at stuðla uppá tveir mátar: Antin oyru fyri meturin ella fasta stuðulsupphædd. Virðislønir verða latnar. Dømi: Gevari játtar at gjalda 2 oyru fyri meturin, og rennarin rennur 6000 m. Harvið verður upphæddin 6000*0,02 kr. = 120,00 kr. Tey flestu renna vanliga 5000-6000 metrar.

Stuðulsskjøl verða býtt út í skúlunum í nærøkinum. Somuleiðis kann stuðulsskjalið heintast við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

Øll eru hjartaliga vælkomin at renna og at stuðla StÍF.

Stuðulsrenning-2018.pdf