Stuðulsrenning 2017

Mikudagin 13. septembur 2017 skipar StÍF fyri stuðulsrenning við bygdarhúsið á Strondum. 

Vit renna so nógv, sum vit orka í 30 minuttir. Til ber at stuðla uppá tveir mátar: Antin oyru fyri meturin ella fasta stuðulsupphædd. Virðislønir verða latnar. 

Stuðulsskjøl verða býtt út í skúlunum í nærøkinum. Somuleiðis kann stuðulsskjalið heintast við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

Øll eru vælkomin at renna og at stuðla StÍF.

STÍF-Stuðulsrenning-2017.pdf