Vit eru føroyameistarar!

Høllin í Vestmanna var leygardagin 24. mars karmur um seinasta leikdag í kappingini hjá gentum 12. Meistarastríðið var millum okkara gentur og genturnar hjá H71. Undan dystunum vóru okkara gentur á fyrsta plássi, trý stig frammanfyri H71 á øðrum plássi. Sostatt var ein javnleikur nóg mikið til at tryggja FM.

Tá hesi bæði liðini so býttu stigini millum sín í einum sera spennandi dysti, vóru gullmerkini í hús. Dysturin, sum bleiv avgjørdur í seinastu løtu, kann síggjast í heilum líki niðanfyri. 

Aftaná FM-heitið var avgjørt, spældu genturnar ein dyst afturat. Hesin dysturin var móti VÍF, sum lá á triðja plássið. Her megnaðu okkara gentur eisini at hála ein sigur heim. Dysturin endaði 17-18.

Okkara gentur og genturnar hjá H71 hava kappast um fyrsta plássið gjøgnum alt kappingarárið. Somuleiðis var tað hesi bæði liðini, sum møttust í steypafinaluni. Tá vunnu hoyvíksgentur. Í FM- stríðnum drógu okkara gentur longra stráðið við 35 stigum av 40 møguligum og við málmuni á +105 mál og kunnu sostatt kalla seg føroyameistarar.

Vit eru sera errin at kunna ynskja gentum 12 og venjarum hjartaliga tillukku við føroyameistaraheitinum.

StÍF - H71 (Fyrri hálvleikur)

StÍF - H71 (Seinni hálvleikur)