U18 á veg til Georgia: StÍF væl umboðað

Fyri eini góðari viku síðani fingu vit boðini, um at heili tríggir StÍF leikarar vóru úttiknir til U18-landsliðið hjá monnum. 

Ivan Mrdalo, Martin Danielsen og Andri K. Hansen eru nú á veg til Tbilisi i Georgia at luttaka í "Men's 18 EHF EURO Championships". Føroyska liðið er í bólki saman við Sveis, Makedonia, Estlandi, Litava og Luksemburg.

Fyrsti dystur hjá U18-landsliðnum er móti Luksemburg 10. august kl. 10 føroyska tíð (kl. 13 lokala tíð). Síðsti dystur í bólkaspælinum er 16. august, og tá finna vit út av, um U18-landsliðið gera eins og U20-landsliðið og koma víðari í hálvfinalurnar.

Í øllum førum verður spennandi at fylgja við, hvussu tað fer at ganga hjá Ivani, Martini, Andra og hinum føroysku leikarunum í Tbilisi. Vit ynskja teimum góða ferð á langu leiðini til Georgia og bestu eydnu í kappingini.