Søgan hjá Stranda Ítróttarfelag

11. okt. 1942 hevði Stranda ítróttarfelag stovnandi aðalfund í dansistovuni á Strondum. Lógir felagsins vóru framlagdar og góðtiknar.

Fyrsta stjórn felagsins var henda:

  • Carl Andreasen
  • formaður
  • Carl Olsen
  • næstformaður
  • Hans Jacob Simonsen
  • kassameistari

    Limagjaldið var sett til 5 kr. um árið. Viðtikið var at fara undir at gera ein fótbóltsvøll. Samstundis var álagt øllum limunum sum plikt, at arbeiða 30 tímar um vikuna upp á hann, konufólk skuldu tó verða undantikin. Somuleiðis var samtykt, at heita á sóknarstýrið um studning at gjalda arbeiðsformann og amboð til innadura fimleik fyri. Viðtikið var, at Stranda ítróttarfelag skuldi teknast sum limur í ÍSF. Tá felagið var stovnað, vóru 53 limir á fundi, 42 mannfólk og 11 konufólk.

    Fyrsti landskappingardystur hjá StÍF í hondbóltið var leiktur 30 mai. 1943 á Strondum. Tað var Havnar Fimleikarafelag, ið kom við einum mansliði, og var úrslitið av dystinum javnleikur 5-5.

    Strandingarnir, sum spældu, vóru hesir:



  • Hans Jacob Poulsen (í Sjóvargerði),
  • frammi
  • Poul Johs. Johansen (Hanniba),
  • afturi
  • Bartal Gregersen (í Stovugerði),
  • afturi
  • Petur Joensen (uppi í Trøð),
  • afturi
  • Poul Johs. Johansen (úti á Trøð),
  • málmaður

    1. manslið gjørdist føroymeistari í 1943- 44- 45. Í 46 og 47 vóru eingi manslið at spæla ímóti, og datt hondbólturin tí meir og minni niðurfyri. Strandingar komu ikki at luttaka aftur í landskappingini fyrr enn í 1958. Strandingar hava luttikið í landskappingini á hvøjum ári síðani 58 uttan í 1973.

    Fyrst í 60'unum fingu menn so stóran áhuga fyri kappróðri, og úrslitið var, at strandingar heittu á Niclas í Koltri um at byggja eitt áttamannafar til kappróður. Hetta játtaði hann, og kom báturin, ið fekk navnið, Strandigurin, til bygdina í 1963, sama ár sum línubáturin Srandingur var bygdur. Tey fyrstu árini Strandingur róði, gekk væl; vanliga sum nr. 2 ella 3, tó megnaði teir ongantíð at føra sigur heim.

    StÍF hevur eisini havt flogbólt á skránni, men er hetta dátti niðurfyri. Nú er tað hondbólturin, sum felagið arbeiðir við.frammi
  • Bjarni Poulsen (Uppi í Eyrgøtu),