Aftur

Landsliðsdystur vístur í biografsalinum

26 okt 2018

Hondbóltslandsdysturin millum Føroyar og Danmark verður vístur í bio-salinum í bygdahúsinum á Strondum í morgin, leygardagin 27. oktober, kl. 15.10. 

Eftir flotta úrslitið mikudagin í Montenegro, skulu føroysku garparnir aftur í eldin í morgin. Millum føroysku spælararnar eru okkara Allan Norðberg og Kjartan Johansen, sum báðir áttu stóran lut í javnleikinum mikudagin. 

Mótstøðuliðið leygardagin er Danmark, sum seinastu árini bæði hava verið Europameistarar og Olympiskir meistarar. Tískil verður mótstøðan nokk uppaftur harðari í morgin, og danski landsliðsvenjarin hevur heldur ikki spart uppá krútið, tá hann hevur úttikið liðið. Allar tær stóru stjørnurnar eru við, og við Mikkel Hansen á odda standa tær klárar, tá dysturin verður bríkslaður í gongd í morgin kl. 15.10. 

Spenningurin í Føroyum er sera stórur áðrenn dystin í morgin, so tí kundi tað verið stuttligt um fleiri møttu í bygdahúsinum, soleiðis at vit saman kunna síggja og stuðla Kjartani og Allani í strembanini at basa stórveldinum Danmark. 

Tað er ókeypis atgongd, og møguligt verður at keypa kaffi & kaku og sunkist & twix. Gjaldast kann bert við reiðum peningi.

Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

01. feb 2024

Kvinnu­liðið fingið nýggjan leikara

Besta kvinnuliðið hjá StÍF hevur fingið ein nýggjan leikara, sum…

11. nov 2023

Okkara Rósing 70 ár!

Góði Rósing Hansen, Hjartaliga tillukku við teimum sjeyti í dag…

12. okt 2023

Jesper nýggjur venjari hjá StÍF

StÍF og Jesper Bak hava nú gjørt avtalu um samstarv hetta kapping…

27. sep 2023

Venjarabroyting í StÍF

Venjarabroyting er framd í StÍF. Peter Conrad Grove hevur sagt se…