Viðtøkur

Viðtøkur

Lógir fyri hondbóltsfelagið STÍF

§ 1
Navn, heimstaður, stovnan
a) Navn felagsins er Stranda Ítróttarfelag, stuttstavað STÍF.
b) Heimstaður felagsins er Strendur.
c) Felagið er stovnað tann 11. oktober 1942.

§ 2
Endamál
Endamál felagsins er at íðka hondbólt og annan ítrótt. Felagið skal fremja góðan felagsskap limanna millum og virka fyri góðum felagsanda. Serliga skal felagið virka fyri at siðmenna ungdómin og menna hann ítróttarliga.

§ 3
Limaskapur
a) Øll, sum hava hug at stuðla felagnum, kunnu gerast limir.
b) Limaskapur fæst við at tekna seg hjá einum starvsnevndarlimi ella hjá fólki, ið starvsnevndin hevur givið heimild til at tekna limir. Limirnir hava skyldu til at gera seg kunnugar við lógir felagsins, ið altíð skulu vera tøkar hjá nevndini.
c) Vil ein av limunum ganga út úr felagnum, skal hetta boðast frá til nevndina.
d) Limirnir hava skyldu at stuðla endamáli felagsins. Tørvandi kunnleiki til lógirnar, loysir í ongum føri limi frá skyldum hansara mótvegis felagnum.
e) Limur kann ikki uttan grund, t.d. felagsstarv árið fyri, bera seg undan álitisstarvi.
f) Limir, ið:
1) eru í eftirstøðu við limagjaldi
2) bróta lógir felagsins
3) á annan hátt skaða umdømi felagsins
kunnu av starvsnevndini strikast sum limir. Strikaður limur kann leggja avgerðina fyri fyrst komandi aðalfund.
g) Strikaður limur kann bert gerast limur aftur sambært viðtøku á aðalfundi.

§ 4
Limagjald og onnur gjøld
a) Ársaðalfundurin ásetur limagjaldið.
b) Árliga limagjaldið verður goldið tá kappingin byrjar.
c) Eingin limur skal hava eftirstøðu í meir enn 3 mánaðar, um so er, tekur nevndin avgerð um limurin skal strikast úr felagnum. Í slíkum føri fær viðkomandi ávaring frammanundan.
d) Bara limir, ið sambært dagførdum limalista hava goldið limagjald, hava luttøku- og atkvøðurætt á ársaðalfundinum og eykaaðalfundum.
e) Onnur gjøld móti íðkandi limum verða ásett av starvsnevndini.
f) Allir íðkandi limir eiga at verða tryggjaðir frítíðar-vanlukku-trygging í kappingartíðini.

§ 5
Ársaðalfundur
a) Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.
b) Ársaðalfundur verður hildin á hvørjum árið í august, eftir kappingarárið í hondbólti.
c) Ársaðalfundurin verður kunngjørdur á tann hátt, ið vanliga verður nýttur hjá felagnum, við í minsta lagi 14 daga freist.
d) Lýsast skal við tilskilaðari fundarskrá.
e) Aðalfundurin er viðtøkuførur líka mikið hvussu fáir limir møta, tó skal hann vera lógliga boðaður.
f) Uppskot og val á aðalfundinum, undantikið lógarbroytingar og avtøku, vera avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta.
g) Hvør limur hevur eina atkvøðu.
h) Stendur á jøvnum, tá ið atkvøtt verður, fellur málið, undantikið er tó nevndarval (sæmbært §8).
i) Fundurin avger, um atkvøðast skal skrivliga, og um mál, sum limir hava lagt fyri hann skulu viðgerðast.
j) Mál, ið ársaðalfundurin skal viðgera, skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin.
k) Starvsnevndin hevur skyldu til at kunna limirnar um innkomin mál. Eru tað mál, ið ynskjast atkvøtt um, skal skrivligt uppskot fylgja við.
l) Ársaðafundurin skal í minsta lagi hava hesa skrá:
1. Val av fundarstjóra og skrivara
2. Ársfrágreiðing frá formanni
3. Framløga av roknskapinum til góðkenningar
4. Val av starvsnevnd
5. Val av grannskoðara
6. Áseting av limagjaldi
7. Innkomin mál
8. Ymiskt
m) Fundurin verður stjórnaður av fundarstjóra, sum fundurin velur. Fundarstjórin førir fundin í gerðabókina og undirskrivar hana.

§ 6
Eykaaðalfundur
Eykaaðalfundur verður hildin:
a) Tá ið meirilutin í starvsnevndini krevur tað.
b) Tá ið minst 20 limir skrivliga venda sær til starvsnevndina og krevja eykaaðalfund. Limirnir skulu samstundis boða frá, hvørji mál skulu viðgerast á fundinum.
c) Kunngjørt verður á tann hátt, ið vanliga verður nýttur hjá felagnum, seinast 8 dagar eftir avgerð í starvsnevndini (a) ella móttøku av áheitanini frá limunum(b).
Fundurin skal lýsast við minst 8 daga freist. Lýsingin skal nevna hvørji mál eru á skránni.

§ 7
Felags reglur fyri ársaðalfund og eykaaðalfund
a) Um hesar lógir ikki áseta annað, verða allar avgerðir á aðalfundi viðtiknar við vanligum meiriluta.
b) Atkvøðast kann ikki við fulltrú.
c) Allir limir, sum eru 14 ár ella eldri, hava atkvøðurætt.
d) Atkvøðugreiðslan skal vera skrivlig, krevja í minsta lagi tveir limir tað.
e) Skrivarin skrivar fundarbók, sum fundarstjóri og skrivari undirskriva.

§ 8
Starvsnevndin
a) Dagligu leiðsluna av felagnum, velur aðalfundurin eina nevnd uppá millum 3 og 7 limir.
b) Starvsnevndarlimir verða valdir á aðalfundinum fyri 2 ár í senn. Valdir verða 3-4 limir annaðhvørt ár og 3-4 limir annaðhvørt ár. Afturval er loyvt.
c) Starvsnevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, kassameistara og skrivara. Starvsnevndin kann harumframt býta virksemi nevndarinnar í ábyrgdarøkir. Næstformaðurin røkir starv formansins, tá ið honum bert undan.
d) Til starvsnevndarlimir kunnu bert veljast fólk, ið eru 18 ár ella eldri.
e) Allir starvsnevndarfundir skulu førast í gerðabók felagsins, hon skal ið hvussu so er lýsa allar avgeðir hjá starvsnevndini, og skal verða undirskrivað av teimum, ið eru á fundi.
f) Starvsnevndin hevur fund, so ofta formaðurin heldur tað vera neyðugt, ella um ein av hinum nevndarlimunum ynskir tað.
g) Allar avgerðir í starvsnevndini verða tiknar við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum, er málið fallið.
h) Starvsnevndarfundur er avgerðarførur um 3 limir eru á fundi.
i) Starvsnevndin hevur í felag ábyrgd av, at fíggjarligu, ítróttarligu og umsitingarligu viðurskifti felagsins eru nøktandi handfarin. Viðvíkjandi fíggjarliga rakstrinum skal starvsnevndin í minsta lagi syrgja fyri:
1) at fíggjarætlan verður gjørd
2) at øll útreiðsluskjøl og inntøkuskjøl verða bókað
3) at limagjøld og allir ágóðar felagsins verða kravd inn
4) at dagført bókhald altíð er til taks
5) at roknskapurin verður grannskoðaður
j) Skrivarin syrgir fyri, at frásøgn frá virki starvsnevndarinnar verður skrivað í gerðabók.

§ 9
Roknskaparár
Roknskaparárið er frá 1. juli til 30 juni.

§ 10
Grannskoðan
Kassameistarin letur roknskapin til grannskoðarar at grannskoða.
Ársaðalfundurin velur ein grannskoðara, sum skal grannskoða roknskapin og vissa seg um, at ognir felagsins eru til. Hann hevur rætt, so ofta hann vil, at síggja felagsins gerðabók, bøkur, skjøl og roknskap og telja kassapeningin. Ársroknskapurin skal vera latin starvsnevndini áðrenn ársaðalfundin.

§ 11
Lógarbroyting og samanlegging
Lógarbroyting kann bert vera gjørd á aðalfundi, tá lýst verður til tess. Fyri at fremja lógarbroyting krevst, at minst 2/3 av møttu limunum á aðalfundi atkvøða fyri.
Alt, sum hesar lógir greinliga tilskila, ger starvsnevndin av við ábyrgd mótvegis aðalfundinum (sambært § 8).

§ 12
Tekning, veðseting og ábyrgd
Formaðurin saman við einum øðrum starvsnevndarlimi tekna felagið. Til lántøku krevst samtykki frá starvsnevndini. Keyp, søla og veðseting av føstum ognum krevur aðalfundarsamtykt ella eykaaðalfundarsamtykt. Limir felagsins ábyrgdast ikki persónliga fyri skyldum felagsins.

§ 13
Avtøka
Felagið kann vera slitið, tá hesar treytir eru fylgdar:
1. Lýst má vera lógliga til eykaaðalfundar.
2. Slitið av felagnum má vera tilskilað fundarskránni.
3. Avtøka av felagnum krevur, at minst 2/3 av øllum limum felagsins atkvøða fyri avtøku á aðalfundi. Er ikki nóg stórur meiriluti fyri avtøku, verður hildin nýggjur eykaaðalfundur í seinasta lagi 30 dagar seinni. Tá kann avtøka viðtakast, um minst 2/3 av møttu limum atkvøða fyri.
4. Verður felagið avtikið, skulu ognir felagsins nýtast til frama fyri ítróttar-/ungdómsarbeiði í Sjóvar Sókn.

§ 14
Íverksetan
Viðtikið á felags aðalfundi tann 25. august 2020. Samstundis vera áður viðtiknar reglur ógylduggjørdar.