Felagið

Um felagið

Í gomlu viðtøkum felagsins er soleiðis skrivað um endamál felagsins:

Endamál felagsins er at íðka hondbólt og annan ítrótt. Felagið skal fremja góðan felagsskap limanna millum og virka fyri góðum felagsanda. Serliga skal felagið virka fyri at siðmenna ungdómin og menna hann ítróttarliga.

StÍF skipar nú fyri hondbólti fyri teimum heilt smáu og upp til vaksnamannadeildirnar.

Venjing og heimadystir eru í Ítróttarhøllini á Skála.