Søgan
Søgan hjá Stranda Ítróttarfelag
11. oktober 1942 hevði Stranda ítróttarfelag stovnandi aðalfund í dansistovuni á Strondum. Lógir felagsins vóru framlagdar og somuleiðis góðkendar.
Fyrsta stjórn felagsins var henda:
- Carl Andreasen, formaður
- Carl Olsen, næstformaður
- Hans Jacob Simonsen, kassameistari
Limagjaldið var sett til 5 kr. um árið. Viðtikið var at fara undir at gera ein fótbóltsvøll. Samstundis var álagt øllum limunum sum plikt, at arbeiða 30 tímar um vikuna upp á hann, konufólk skuldu tó verða undantikin. Somuleiðis var samtykt, at heita á sóknarstýrið um studning at gjalda arbeiðsformann og amboð til innadura fimleik fyri. Viðtikið var, at Stranda ítróttarfelag skuldi teknast sum limur í ÍSF. Tá felagið var stovnað, vóru 53 limir á fundi, 42 mannfólk og 11 konufólk.
Fyrsti landskappingardystur hjá StÍF í hondbóltið var leiktur 30 mai. 1943 á Strondum. Tað var Havnar Fimleikarafelag, ið kom við einum mansliði, og var úrslitið av dystinum javnleikur 5-5.
Strandingarnir, sum spældu, vóru hesir:
- Hans Jacob Poulsen (í Sjóvargerði), frammi
- Poul Johs. Johansen (Hanniba), afturi
- Bartal Gregersen (í Stovugerði), afturi
- Petur Joensen (uppi í Trøð), afturi
- Poul Johs. Johansen (úti á Trøð), málmaður
1. manslið gjørdist føroymeistari í 1943- 44- 45. Í 46 og 47 vóru eingi manslið at spæla ímóti, og datt hondbólturin tí meir og minni niðurfyri. Strandingar komu ikki at luttaka aftur í landskappingini fyrr enn í 1958. Strandingar hava luttikið í landskappingini á hvøjum ári síðani 58 uttan í 1973.
Fyrst í 60'unum fingu menn so stóran áhuga fyri kappróðri, og úrslitið var, at strandingar heittu á Niclas í Koltri um at byggja eitt áttamannafar til kappróður. Hetta játtaði hann, og kom báturin, ið fekk navnið, Strandigurin, til bygdina í 1963, sama ár sum línubáturin Srandingur var bygdur. Tey fyrstu árini Strandingur róði, gekk væl; vanliga sum nr. 2 ella 3, tó megnaði teir ongantíð at føra sigur heim.
StÍF hevur eisini havt flogbólt á skránni, men er hetta dátti niðurfyri. Nú er tað hondbólturin, sum felagið arbeiðir við.