Aftur

D18 í steypafinaluni

03 feb 2019

Aftur í ár er StÍF luttakandi felag í finalunum í Faxe Kondi-kappingini (steypakappingini). D18 vunnu seg í gjár, 2. februar, í steypafinaluna eftir ein tryggan sigur á b-liðnum hjá Neistanum.

1. umfar varð leikt 8. desembur í Gundadalshøllini, har luttakandi liðini vóru StÍF, H71, Neistin A og Neistin B. Vinnarin av 1. umfari skuldi spæla hálvfinalu móti nr. 4, og í hini hálvfinaluni skuldu nr. 2 og 3 møtast. Eftir tveir sigrar og eitt tap endaði okkara dreingir á 1. plássið. Neistin b bleiv nummar 4 og tískil skuldu tískil koma til Skálar at spæla hálvfinalu.

Til hálvfinaluna vóru nógvir StÍF-fjepparar møttir, sum stuðlaðu liðnum avbera væl. Okkara dreingir hava spælt móti D18 í landskappingini í ár, har vit vunnu 18-10. Neistaliðið skuldi tó ikki undirmetast, og hetta skuldi heldur ikki gerast nakar trupulleiki.

Fyrri hálvleikur gekk avbera væl. Við góðum álopspælið saman við eini harðari verju megnaðu dreingir okkara at skjóta 14 mál og einans lata 3 inn, tá farið var til hálvleiks. Tískil skuldi nógv ganga galið í seinna hálvleiki, um 11-máls leiðslan skuldi missast. 

Seinni hálvleikur bleiv eitt sindur meira javnur, men sigurin varð ongantíð í vanda. Tá ið dómararnir bríkslaðu fyri síðstu ferð, stóð 30-17.

Málskjúttarnir vóru hesir: Martin Danielsen 9, Bjarni Selvindi 6, Ivan Mrdalo 5, Julian Mikkelsen 3, Rói Olsen 2, Kristian Eliasen 2, Eli Hansen 2 og Teitur Poulsen 1.

Steypafinalurnar verða leiktar 23. februar. Mótstøðuliðið verður Neistin A. Hetta verður ein torfør uppgáva, tí Neistin A hevur havt munin í dystunum í landskappingini í ár, men í undankappingini í steypakappingini vunnu okkara dreingir. Lagt er sostatt upp til eina sera spennandi finalu.

Vit ynskja D18 allar bestu eydnu í steypafinaluni. Somuleiðis heita vit á StÍF-fjepparar at seta kross í kalendaran 23. februar, so vit fara mannsterk til Havnar at stuðla dreingjunum.


Skrivað: Jógvan Andersen

Seinastu tíðindi

28. apr 2025

ÁMINNING TIL LUTASEÐLAR

Gott um tit kunnu halda freistina til 1. Mai 2025   Hey góðu St…

02. sep 2024

Frá Facebook til Holdsport

Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…

28. aug 2024

Felags foreldrafundur

Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…

22. aug 2024

Nýggj nevnd

Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…