Góðu foreldur
Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fara vit at nýta Holdsport ístaðin fyri Facebook framyvir. Holdsport er ein heildarskipan við fleiri hentleikum, sum gera tað lættari hjá øllum pørtum at fylgja við aktivitetum, at samskifta osv.
Fyrireinkingarnar eru farnar ígongd, og tá vit eru komin til 20. sep., nýta vit ikki teir ymisku Facebook bólkarnar meir.
Vit hava skrásett allar leikararnar, sum vórðu tilmeldaðir í fjør, í skipanina. Næsta stigið er so at fáa allar hesar leikararnar, sum ætla at spæla í ár, knýttar at brúkaranum og síðan fáa foreldrini at stovna sær ein foreldra-brúkara.
Áðrenn foreldrafundurin verður mikudagin, fara tit at fáa ein “vælkomst teldupostl” sendandi (tilmeldingarlistin frá í fjør, gevur okkum teldupost adr. hjá annað foreldrinum). Hesin vælkomst telduposturin gevur tykkum møguleika at stovna ein brúkara til barnið. Seinni fáa tit aftur ein teldupost, sum gevur tykkum møguleika at gera ein foreldra brúkara.
Tað, tú skalt gera, er at:
1. Downloada appina Holdsport á tína telefon/teldil. Ella nýta heimasíðuna Holdsport.dk á telduni.
2. Eftir at hava móttikið fyrsta teldupostin, skalt tú fylgja tí, sum stendur, fyri at stovna brúkara til títt barn.
3. Eftir at hava fingið næsta teldupostin, skalt tú aftur fylgja teldupostinum og stovna ein brúkara til tín sjálvs sum foreldur.
Til foreldra fundin verður víst, hvussu man nýtir appina. Best hevði verið, um tit kundu gjørt tað omanfyri standadi áðrenn foreldrafundin, tí eftir fundin veður møguleiki at fáa hjálp, um tað eru onkrir trupulleikar. Um tygum tørva hjálp, men ikki hava tíð at steðga eftir fundin, verður eisini møguleiki at fáa hjálp til stuðulsrenningina hósdagin. Um tað heldur ikki liggur fyri, finna vit útav onkrum øðrum.
GG! Vit hava tilmeldingardag hósdagin, samstundis sum stuðulsrenningin verður.
Vinaliga, StÍF
Seinastu tíðindi
Frá Facebook til Holdsport
Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…
Felags foreldrafundur
Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…
Nýggj nevnd
Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…
Stuðulsrenning og tilmeldingardagur
Aftur í ár skipar Stíf fyri stuðulsrenning, sum verður hósdagin 5…