Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinum á Strondum og byrjar kl. 19.00.
Á skránni verður m.a. kunning um komandi kappingarár, venjingartíðir, klæðir og um nýggju heildarskipanina Holdsport, sum fer at verða nýtt ístaðin fyri Facebook. Høvuðsvenjararnir, Dan og Jesper, kunna um ymiskt, og til ber at seta teimum onkrar spurningar.
Eisini kemur Katrin Dam á Neystabø, sum er ítróttarráðgevi fyri breiddarítrótt hjá ÍSF, at hava eitt upplegg.
Ynskiligt er, at í minsta lagi eitt foreldur at hvørjum barni verður við á fundinum. Kaffi og okkurt gott afturvið verður at fáa.
StÍF
Seinastu tíðindi

ÁMINNING TIL LUTASEÐLAR
Gott um tit kunnu halda freistina til 1. Mai 2025 Hey góðu St…

Frá Facebook til Holdsport
Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…

Felags foreldrafundur
Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…

Nýggj nevnd
Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…