Hugnaligt bindiklubbakvøld verður týsdagin 2. juli kl. 19:30 í skúlanum á Strondum.
Tað verða Elin og Siri, umboð fyri Snælduna, sum koma at vísa hvussu ein bindur ymisk mynstur. Minnist til at hava tógv og 5 stokkar við (umleið nr. 4-5). Snældan letur uppskriftir og 20% av allari vøru vikuna út (undantikið møttlar og vørur, ið longu eru uppá tilboð).
Klædnahandilin Insito kemur at hava mótasýning og letur 20% av vøru í handlinum 1 viku fram.
Gávukort verða burturlutaði millum luttakararnar.
Kostnaður er 100 kr. íroknað kaffi/te og bindiklubbakøkur.
Tiltakið er ikki bert fyri bindiklubbar, men eru einstaklingar eisini hjartaliga vælkomnir.
Tilmelding fer fram á Facebook innan mánadagin 1. juli kl. 16:00 hjá:
- Janneth Heinesen ella á tlf. 265150
- Paula Berg Høgnesen ella á tlf. 791190.
Vælkomin.
Fjarðastevnan á Strondum
Seinastu tíðindi

ÁMINNING TIL LUTASEÐLAR
Gott um tit kunnu halda freistina til 1. Mai 2025 Hey góðu St…

Frá Facebook til Holdsport
Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…

Felags foreldrafundur
Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…

Nýggj nevnd
Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…