Aftur

Fjarðastevnuskráin

30 jun 2019

Í komandi viku verður Fjarðastevna á Strondum.

Fyrsta tiltak á Fjarðastevnuni verður longu týsdagin, og seinasta á tiltak á stevnuni verður sunnukvøldið kl. 18.00. Skráin fyri komandi vikuna verður fjølbroytt, áhugaverd og spennandi. Tiltøk eru fyri allar aldursbólkar, so lesið skránna gjølla og setið striku undir tiltøkini, sum mugu upplivast.

Tvey tiltøk krevja tilmelding - Bindiklubbakvøldið týsdagin og Stevnudøgurðin sunnudagin. Freistin fyri at tekna seg til hesi tiltøk er í morgin, mánadagin 1. juli 2019. Meira kunning um hesi bæði tiltøk kann lesast her: Hugnaligt Bindiklubbakvøld og Stevnudøgurði.

Øll skráin fyri Fjarðastevnuna kann lesast her.

Stranda Ítróttarfelag ynskir øllum vælkomnum á Fjarðastevnu. Góða Fjarðastevnu!

Skrivað: Steinar A. Prestá

Seinastu tíðindi

28. apr 2025

ÁMINNING TIL LUTASEÐLAR

Gott um tit kunnu halda freistina til 1. Mai 2025   Hey góðu St…

02. sep 2024

Frá Facebook til Holdsport

Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…

28. aug 2024

Felags foreldrafundur

Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…

22. aug 2024

Nýggj nevnd

Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…