Grannafeløgini Hondbóltsfelagið Tjaldur av eystara armi og Stranda Ítróttarfelag (StÍF) av vestara armi á Skálafjørðinum hava avgjørt at samstarva. Í fyrstu atløgu snýr samstarvið seg um 1-3 felags ungdómslið. Hini liðini hjá feløgunum báðum fara eisini at venja saman við jøvnum millumbilum.
Samstundis hava Tjaldur og StÍF gjørt avtalu við danan Mads Lindkvist sum nýggjan ungdómsvenjara hjá Tjaldur og leikara á mansliðnum hjá StÍF fyri komandi tvey kappingarárini.
Mads er 24 ára gamal og hevur drúgvar royndir sum hondbólsvenjari í hondbólsfelagnum í Hillerød á Sælandi. Eisini hevur hann spælt við fyrstaliðnum hjá felagnum, sum spælir í 2. deild í Danmark.
Umframt at hava yvirskipaðu ábyrgdina av allari hondbólts- og styrkivenjing hjá Tjaldur, hava venjaraskeið, leggja venjingarskráir og vera stuðul og vegleiðari hjá hinum venjarunum, fer nýggi venjarin at venja einstøk lið við serligum denti á at venja og samansjóða nýggju felags Tjaldur/StÍF-liðini. Eisini fer hann at spæla við mansliðnum hjá StÍF.
Aage Arnoldson og Alexandur Johansen, formenn í Tjaldur og StÍF, siga í stuttari viðmerking, at feløgini gleða seg nógv til nýggja samstarvið. Við at standa saman røkka vit longur enn hvør sær, og fara í felag at bera hondbóltin í økinum enn longur fram. Hetta stig er nú tikið, og vónandi verður undirtøkan fyri hondbóltinum í økinum og í kommununum rundan um fjørðin enn størri í komandi árini.
Hondbóltsfelagið Tjaldur og Stranda Ítróttarfelag
Seinastu tíðindi

ÁMINNING TIL LUTASEÐLAR
Gott um tit kunnu halda freistina til 1. Mai 2025 Hey góðu St…

Frá Facebook til Holdsport
Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…

Felags foreldrafundur
Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…

Nýggj nevnd
Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…