Nú er nýggja StÍF-draktin fyri tvey komandi kappingarárini klár.
Passidagur verður í bygdahúsinum á Strondum mánadagin 19. august kl. 19-21, har møguleiki verður at ogna sær nýggju StÍF-draktina.
Vanligur prísur á klæðunum er:
- Jakki: børn/vaksin 399/449 kr.
- Buksir: børn/vaksin 349/399 kr.
- Ryggsekkur: 299 kr.
Á passidegnum lata vit 20% í avsláttri.
Liggur ikki fyri at møta í bygdahúsinum mánadagin, er eisini møguleiki at fara forbí í Intersport á Glyvrum frá týsdegnum 20. august til og við leygardagin 24. august 2019 at bíleggja fyri somu prísir.
Møguliga okkurt annað serligt tilboð verður seinni.
Seinastu tíðindi

ÁMINNING TIL LUTASEÐLAR
Gott um tit kunnu halda freistina til 1. Mai 2025 Hey góðu St…

Frá Facebook til Holdsport
Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…

Felags foreldrafundur
Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…

Nýggj nevnd
Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…