Aftur

Klaksvíkin stendur fyri skotum í fyrsta umfari

13 sep 2019

Eftir drúgvar fyrireikingar fer hondbóltskappingin í gongd komandi viku. Bæði mansliðið og kvinnuliðið spæla fyrsta dystin í Klaksvík móti ávikavist Team Klaksvík og Stjørnuni.

Mikukvøldið 18. septembur kl. 20.00 verður Klaksvíkar Badmintonhøll karmur dyst í Okkara deildini millum Team Klaksvík og StÍF. Kvøldið eftir, hóskvøldið 19. septembur kl. 18.00, tekur Stjørnan móti StÍF í SMS deildini.

Broytingar eru, sum vera mann, farnar fram á leikaralistanum hjá øllum liðum, so tað verður áhugavert at síggja, hvussu okkara bestu lið leggja frá landi.

Vit heita á okkara viðhaldsfólk at møta fjølment at stuðla okkara liðum.

Skrivað: Steinar A. Prestá

Seinastu tíðindi

28. apr 2025

ÁMINNING TIL LUTASEÐLAR

Gott um tit kunnu halda freistina til 1. Mai 2025   Hey góðu St…

02. sep 2024

Frá Facebook til Holdsport

Góðu foreldur Sum kunnað á lýsingini til felags foreldrafund, fa…

28. aug 2024

Felags foreldrafundur

Felags foreldrafundur verður mikudagin 4. september í Bygdahúsinu…

22. aug 2024

Nýggj nevnd

Árligi aðalfundurin varð hildin hóskvøldið 22. august í bygdahúsi…