Týsdagin 24. septembur 2019 kl. 18 skipar StÍF fyri stuðulsrenning við bygdahúsið á Strondum.
Vit renna so nógv, sum vit orka í 30 minuttir.
Til ber at stuðla uppá tveir mátar: Antin oyru fyri meturin ella fasta stuðulsupphædd. Virðislønir verða latnar.
Dømi: Gevari játtar at gjalda 2 oyru fyri meturin, og rennarin rennur 6000 m. Harvið verður upphæddin 6000*0,02 kr. = 120,00 kr. Tey flestu renna vanliga 5000-6000 metrar.
Stuðulsskjøl verða býtt út í skúlunum í nærøkinum. Somuleiðis kann stuðulsskjalið heintast við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.
Øll eru hjartaliga vælkomin at renna og at stuðla StÍF.
Seinastu tíðindi
Kvinnuliðið fingið nýggjan leikara
Besta kvinnuliðið hjá StÍF hevur fingið ein nýggjan leikara, sum…
Okkara Rósing 70 ár!
Góði Rósing Hansen, Hjartaliga tillukku við teimum sjeyti í dag…
Jesper nýggjur venjari hjá StÍF
StÍF og Jesper Bak hava nú gjørt avtalu um samstarv hetta kapping…
Venjarabroyting í StÍF
Venjarabroyting er framd í StÍF. Peter Conrad Grove hevur sagt se…